Hvat er tað?
Rita1tíma er eitt tiltak, har næmingar læra um forritan við at loysa avbjóðingar í blokkaspølunum, sum eru umsett til føroyskt. Neyðugt er, at næmingarnir hava atgongd til teldu ella teldil. Tiltakið er ætlað at taka ein skúlatíma.
Í ár lærdu vit at forrita í blokkaspølunum, sum eru á føroyskum
Tiltakið varð 6.-17. desember 2021
Rita1tíma er eitt tiltak, har næmingar læra um forritan við at loysa avbjóðingar í blokkaspølunum, sum eru umsett til føroyskt. Neyðugt er, at næmingarnir hava atgongd til teldu ella teldil. Tiltakið er ætlað at taka ein skúlatíma.
Lærarar skipa fyri tiltakinum í flokkinum - møguliga hjálptir av KT-fólki uttanifrá. Blokkaspølini eru gjørd soleiðis, at tað ber til hjá næmingunum sjálvum at loysa avbjóðingarnar. Lærararnir skipa fyri, seta í gongd, vegleiða og taka samanum.
Við at royna at forrita í blokkaspølunum fáa næmingarnir eina fyrstu fatan av, hvat forritan er og hvussu tú forritar. Tað sigur seg sjálvt, at tú gerst ikki serfrøðingur eftir einum tíma, men vónandi verður hugurin kveiktur at læra meira.
Tiltakið #rita1tíma var á skúlum kring landið í døgunum 6. til 17. desember 2021. Síðani 2016 hevur KT-felagið skipað fyri #rita1tíma. Tiltakið er samskipað við altjóða átakið Hour of Code.
Endamálið er at kveikja áhugan fyri forritan millum ung. KT-felagið ynskir, at øll fáa eina grundleggjandi fatan av forritan, soleiðis at vit kunnu stýra teldunum heldur enn at lata teldurnar stýra okkum.
Fyri at luttaka er neyðugt at hava teldu ella teldil við internetsambandi.
Ja, tað ber til at taka Blokkaspølini niður og forrita uttan internetsamband.
Tað er ókeypis at luttaka í #rita1tíma.
Tankin er, at lærarar sjálvir fyriskipa tiltakið í einstøku flokkunum. Tó ber til at heita á KT-felagið (sí niðanfyri) um at seta tykkum í samband við KT-fólk, ið kunnu hjálpa ókeypis.
Allir flokkar frá 1. flokki til og við miðnámsskúla kunnu luttaka.
Ja, inni á hourofcode.org er ein langur listi við øðrum avbjóðingum.
Til ber ikki at skráseta flokkin nú, men vend tær til KT-felagið, um tú hevur spurningar.