Um Blokkaspølini

Blokkaspølini eru ein røð av námsfrøðiligum spølum, ið læra teg at forrita. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan. Tá tú er komin gjøgnum spølini, er tú til reiðar at brúka vanlig forritanarmál grundað á tekst.

PutlispælPutlispæl er ein skjót innleiðing til skapini hjá blokkaspølum og hvussu blokkarnir hoyra saman.
VilliniborgVilliniborg er ein innleiðing til endurtøkur og treytan. Tað er lætt í byrjanini, men hvørt stig verður torførari enn tað fyrra.
FuglurFuglur er ein nærgranskan av treytan. Gongdin í forritinum verður stýrd av alsamt fløktari treytum.
SkjaldbøkaSkjaldbøka er ein nærgranskan av endurtøkum. Nýt skipaðar endurtøkur at mála eina mynd. Aftaná kanst tú leggja tína list út, so at allur heimurin kann síggja hana.
FilmurFilmur er ein innleiðing til støddfrøðiligar líkningar. Nýt støddfrøði til at at gera ein teknifilm. Aftaná kanst tú geva tín film út, so at allur heimurin kann síggja hann.
TónleikurTónleikur er ein innleiðing til funkur. Nýt funkur at gera tónleik. Aftaná kanst tú geva tín tónleik út, so at allur heimurin kann hoyra hann.
Tjørn VegleiðariTjørn Vegleiðari byrjar við forritan grunda á tekst. Stigini skifta aftur og fram millum blokkar og veruliga JavaScript í einum ritli til tekst.
TjørnTjørn er ein opin kapping um at forrita ta klókastu dunnuna. Nýt annaðhvørt blokkar ella JavaScript.

Blokkaspølini er ein verkætlan hjá Google, sum er ætlað at eggja framtíðar forritarum. Spølini eru sniðgivin soleiðis, at tú setir sína egnu ferð og lærir sjálv ella sjálvur. Tú ert vælkomin til at nýta Blokkaspølini bæði í og uttanfyri flokshøli. Øll forrit eru open source, sí heimasíðuna hjá mennarunum fyri meira kunning ella fyri at taka zip fílur niður til at brúka uttan netsamband.

Mennarar, lærarar og foreldur eru vælkomin at eftirmeta meðan vit halda áfram at vaksa.